Song: Ringulríma
Artist:  Kri Leivsson
Year: 1991
Viewed: 49 - Published at: 7 years ago

Sumt er líka undarligt
Sum tað sýnist sjálvsagt
Um bjart er skygnið blunda vit
Orðið týnist hálvsagt

Annarhvør er øðrvísi
Líkasum øll onnur
Annarhvørt í ørviti
Ella sannførdur av sonnum

Gleivi yvir vísdómsgil
Tignarliga tómur
Fattur sum nýfolað fyl
Í fløkju millum blómur

Dagur liður náttinkemur marran melur frí
Messar yvir møddum havnarbý

Oman niðan sama veg
Við somu gomlu holum
Aldri sá eg annan veg
Fyrr enn lív mítt lá í molum
Har tystan fann eg listarmann
Djúpt inni í mær sjálvum
Ól hann upp og misti hann
Hátt í himnahválbum

Dagur liður náttin kemur marran melur frí
Messar yvir møddum havnarbý

So ligg framvið ein fagran dag
Tá hagasóljan sprettur
Uttanfyri garðalag
Sum útiløgukøttur

( Kri Leivsson )
www.ChordsAZ.com

TAGS :